Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður á Ólavsøku 2020

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður á Ólavsøku 2020

Løgtingsformaðurin

Formaðurin ansar eftir, at arbeiði Løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt. Formaðurin stýrir umrøðum Løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Løgtingsmaður skal geva seg undir avgerð formansins. Í forføllum formansins gongur næstformaður fult í hansara stað. Løgtingsformaðurin varðveitir heimildir sínar eftir løgtingsval, til nývalt Løgting kemur saman eftir reglunum í Stýrisskipanarlógini § 9. Formaðurin hevur skrivstovu á 2. hædd.

Val av løgtingsformanni 
Løgtingið velur løgtingsformann. Á sama fundi, Løgtingið er sett, biður aldursformaðurin tingmenn um uppskot til løgtingsformann. Uttan at hava umrøðu og nevndarviðgerð verður síðan atkvøðugreiðsla sbr., reglunum í § 78, stk. 3 í Tingskipanini á sama fundi um at velja løgtingsformann.