Fastar tingnevndir
Á øðrum tingfundi eftir val er nevndarval á skránni. Valið fer fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum sbrt. løgtingsvallógini eftir floksstødd ella í valbólkum.
Løgtingið hevur 7 fastar nevndir, og í hvørja skulu veljast 7 limir og 7 varalimir, undantikið í Landsstýrismálanevndina, sum hevur 3 limir og 3 varalimir. Tær 7 nevndirnar eru Fíggjarnevndin, Uttanlandsnevndin, Landsstýrismálanevndin, Vinnunevndin, Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og Rættarnevndin.
Løgtingsnevndirnar kunnu bara viðgera mál, sum av formanninum eru beind nevndini til viðgerðar. Tó kunnu nevndirnar, um í minsta lagi 5 limir ynskja tað, seta løgmanni ella landsstýrismanni spurningar um ávís viðurskifti. Hetta verður nevnt samráð. Serligar reglur eru harumframt um Landsstýrismálanevndina, Uttanlandsnevndina og Fíggjarnevndina.
Vanliga er samsvar ímillum viðgerðina í nevndunum og ta viðgerð, eitt mál hevur fingið í miðfyrisitingini, t.d. viðger Vinnunevndin løgtingsmál, sum snúgva seg um málsøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, og sum eru viðgjørd í Vinnumálaráðnum og Mentanarnevndin tey mál, ið hoyra til málsøkið hjá landsstýrismanninum í mentamálum o.s.fr.

Skipan av nevndini og nevndarformaðurin
Fyrst valdi nevndarlimurin kallar inn til fyrsta fundin innan 3 løgtingsfundardagar eftir, at nevndin er vald, har nevndin velur formann og næstformann eftir lutfalsvalháttinum sbrt. løgtingsvallógini.
Nevndarformaðurin boðar nevndarlimunum til fundar, stýrir nevndarfundunum og stílar fyri, at álit verða skrivað. Tað áliggur formanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt. Hevur formaðurin forfall, røkir næstformaðurin uppgávur formansins.
Við atliti til bæði nevndarlimir og tey, ið verða boðsend á fund við nevndirnar, verður miðað eftir at gera ætlan fyri nevndararbeiðið í góðari tíð og so langt fram sum gjørligt.

Farloyvi og varamenn
Um nevndarlimur ikki fær møtt á fundi, og hann ynskir, at varalimir skal møta, áliggur tað honum at siga varaliminum frá.
Fer tingmaður í farloyvi, tekur varamaðurin, sum fær sæti á tingi fyri tingmannin, við teimum nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í. Serligar reglur galda fyri Uttanlandsnevndina og Landsstýrismálnevndina. Har tekur varalimurin í nevndini sæti í nevndini.

Nevndarferðir
Møguleiki er hjá nevndunum at kunna seg við viðurskifti, sum viðvíkja arbeiðsøkinum hjá nevndini, herímillum at ferðast uttanlands annaðhvørt ár í hesum sambandi. Ferðin verður løgd til rættis í samráð við umsitingina og skal góðkennast av løgtingsformanninum, samsvarandi serligari mannagongd í reglugerð, ið er galdandi fyri nevndarferðir.