Sjey flokkar eru umboðaðir á tingi í løtuni. Hesir eru: Fólkaflokkurin (A), Framsókn (F), Javnaðarflokkurin (C), Miðflokkurin (H), Sambandsflokkurin (B), Sjálvstýri og Tjóðveldi. Eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk er, at hann gongur eftir tveimum ásum: einum tjóðskaparligum í spurninginum millum Føroyar og Danmark og einum hugmyndafrøðiligum frá vinstru til høgru. Føroyska flokkaskipanin hevur sín uppruna í teirri spjaðing sum eftir 1900 kom í føroysku tjóðskaparrøsluna, ið tók seg upp í seinasta fjórðingi av 19. øld.
Flokkarnir í Løgtinginum eru skipaðir á ymsan hátt, men eins fyri allar er, at teir hava eina landsnevnd og ein tingbólk. Limirnir í landsnevndunum hjá flokkunum eru floksins meinigu limir, meðan tingbólkurin er limirnir í flokkinum, sum eru valdir í Løgtingið.
Flokkarnir skipa seg vanliga við einum tingbólkaformanni á tingi. Tingbólkaformaðurin er sambindingarlið millum flokkin og løgtingsformannin, soleiðis at skilja, at um formaðurin ynskir t.d. at broyta mannagongdir, so verður hetta gjørt eftir samráð við tingbólkaformennirnar á tingi og um tingmaður ella flokkur ynskir broyting ella hevur eitt hvørt at finnast at eigur hetta at verða fráboðað umvegis tingbólkaformannin á tingi.
Hvør flokkur hevur floksskrivstovu og ein ella fleiri floksskrivarar, ið hjálpa tingbólkaformonnunum við dagliga arbeiðinum í tingbólkinum. Flokkurin fær játtan til hetta arbeiðið eftir stødd av flokkum sambært reglugerð hesum viðvíkjandi. Reglugerðin sæst her.
Floksformenn Jørgen Niclasen (A) Bárður á Steig Nielsen (B) Aksel Vilhelmson Johannesen (C) Jógvan Skorheim (D) Høgni Hoydal (E) Ruth Vang (F) Jenis av Rana (H) |
Tingbólkaformenn Christian Andreasen (A) Magnus Rasmussen (B) Aksel Vilhelmson Johannesen (C) Kristin Michelsen (D) Sirið Stenberg (E) Ruth Vang (F) Bill Justinussen (H) |
Floksskrivarar Hanus Samró (A) Reidar Nónfjall (B) Jóna Ólavsdóttir (C) Lasse Klein (D) Rókur Herup Olsen (E) Poul Clementsen (F) Ólavur í Geil Andresen (H) |