Gerðabók: Mentanarnevndarfundur

Fundur 1/2023

Mentanarnevndin

Ár 2024, mánadagin hin 5. februar, kl. 13:00, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók
  • Velja formann/-kvinnu

    Ein samd nevnd valdi Bárald Nolsøe Martinsson til formann.

  • LM-001/2023 Uppskot til samtyktar um at kanna, hvussu kommunurnar kunnu vera við til at gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum

    Kl. 13.30 komu á fund fyri Kommunufelagið Heðin Mortensen, næstformaður, Eyðun Christiansen, stjóri, og Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur.

    Teir fóru av fundi kl. 14.00.

    Málið varð viðgjørt og álit skrivað.

  • LM-005/2023 Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri, at allar kommunur skulu veita tilboð til ungdóm

    Kl. 13.30 komu á fund fyri Kommunufelagið Heðin Mortensen, næstformaður, Eyðun Christiansen, stjóri, og Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur.

    Teir fóru av fundi kl. 14.00.

    Málið varð viðgjørt og álit skrivað.

  • LM-008/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Lækking av dagligu undirvísingartíð næminga á 8., 9. og 10. floksstigi)

    Kl. 14.00 kom á fund fyri Undirvísingarstýrið, Jónleif Johannesen, fulltrúi.

    Hann fór av fundi kl. 14.30.

    Málið varð viðgjørt og álit skrivað.

  • LM-009/2023 Uppskot til samtyktar um at raðfesta føroyskar lærubøkur á miðnámi

    Kl. 14.30 kom á fund fyri Nám Sigfríður Sólsker, útgávuleiðari.

    Hann fór av fundi kl. 14.55.

    Málið varð viðgjørt og álit skrivað.

Fundurin lokin kl. 15:50