Gerðabók: Rættarnevndarfundur

Fundur 1/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, mánadagin hin 5. februar, kl. 13:00, var fundur í Rættarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók
  • Velja formann/-kvinnu

    Luna Klein Joensen varð vald sum nevndarforkvinna.

  • LM-002/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Ókeypis ferðing í sambandi við ferðing til og frá setursskúla)

    Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins kom á fundin kl. 13.30 saman við Dánjali Samuelsen, samferðsluleiðara.

    Teir fóru av fundinum kl. 14.00.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  • LM-003/2023 Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikan fyri, at bussarnir hjá Strandferðsluni kunnu koyra longri út á kvøldið

    Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins kom á fundin kl. 13.30 saman við Dánjali Samuelsen, samferðsluleiðara.

    Teir fóru av fundinum kl. 14.00.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  • LM-007/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Herða revsing fyri neyðtøku)

    Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá Føroya Politi kom á fundin kl. 14.

    Hon fór av fundinum kl. 14.30.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 15:45