Setanarrøðan hjá løgtingsforkvinnuni
Ungdómstingið 2026: Tingfundurin er settur!
Hjartaliga væl komin á ting. Nú ungdómstingið er sett, verða tað tit ungdómstingfólk, sum manna Løgtingið og í tveir dagar fara tit at seta skránna við málum og evnum, sum tit halda hava týdning fyri samfelagið og fyri tykkum, og sum tí eru týdningarmikil at varpa ljós á.
Eg fari at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum – tykkum ungu, sum eru næmingar í fólkaskúlanum, og lærarum tykkara. Hesaferð luttaka næmingar úr Sandoyar meginskúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Skúlatrøð, Tvøroyrar skúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlanum á Løgmannabreyt og Sørvágs skúla. Tit eru 10 flokkar, úr sjey skúlum, úr seks økjum í landinum, sum nú manna tingsessirnar við til samans 32 ungdómstingpolitikarum.
Hetta er tíggjunda ferðin, at ungdómsting verður hildið í Føroyum. Formansskapurin í Løgtinginum gjørdi av í 2005 at fara undir at skipa tílíkt tiltak, sum fleiri av grannalondum okkara eisini við jøvnum millumbili skipa fyri. Hetta er ein góður máti at fáa ungdóm at taka lut í samfelagskjakinum og í fólkaræðinum.
Tey fólkavaldu, tingfólkini, hava fingið frí hesar báðar dagarnar, tit sita her, og nú fáa tit høvi at royna, hvussu tað er at reka politikk í hjartanum av fólkaræðinum í Føroyum. Tit hava tikið sess í tí føroyska Løgtinginum, hvør søga gongur nógv hundrað ár aftur í tíð, og helst er elsta parlament í Evropa.
Vit hava fólkaræði her í landinum, ella demokrati, sum vit eisini rópa tað. Hetta gleðast vit um, hóast vit kanska mangan taka tað sum eina sjálvfylgju, tí minni parturin av heimsins londum eru í dag sonn fólkaræði. Vit mugu øll minnast til, at hetta er ikki komið av sær sjálvum, men tí at kvinnur og menn í øldir hava stríðst fyri tí.
Løgtingið sjálvt er hornasteinurin í okkara fólkaræði, sum er nakað av tí dýrabarasta, vit eiga. Fólkaræði er ikki nakað, sum er givið einaferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað er ein skipan, sum vit øll dagliga mugu virka fyri og fara væl um og verja. Hvør einstakur tykkara eigur uppgávuna at verja fólkaræði okkara, fyri nútíðina og fyri tykkara eftirkomarar.
Hetta er ein av orsøkunum til, at vit hava bjóðað tykkum higar í dag, so at tit so tíðliga sum gjørligt skulu uppliva hetta og læra, hvussu tað virkar. Eg vóni at tit eisini fáa við tykkum vissuna um, at tín rødd kann gera mun. At tað er umráðandi at nýta rødd sína til at ávirka samfelagið, so vit kunnu varðveita tað góða og gera samfelag okkara enn betri – fyri øll tey, sum búgva her. Uttan mun til, hvørji, tey eru.
Endamálið við ungdómstinginum er at geva tykkum størri innlit í arbeiðið hjá Løgtinginum og at lata tykkum royna hetta í verki, so at tit betur skilja, hvussu mannagongdirnar í einum fólkaræði eru.
Vit gleðast um, at skúlar tykkara hava tikið av hesi avbjóðingini og hava gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika uppskot at leggja fyri ungdómstingið og at fyrireika spurningar, sum tit ætla at seta landsstýrisfólkunum.
Tit hava ikki ligið á latu síðuni, men hava fyrireikað nøkur sera viðkomandi uppskot: Tíðarásett tunnilsgjald. Tiltøk at minka um royking. Koyrikort til 17 ára gomul. Bíligari menstruatiónsvørur. Hægri játtan til Suðuroyartunnil. Lækka aldursmarkið til kommunuval. Hámark fyri pensjónsaldur. Aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum. Økt játtan til SSP-samstarvið.
Hvør veit, kanska fara onkur av fólkavaldu tingfólkunum at søkja sær íblástur í tykkara uppskotum og fara at arbeiða víðari við teimum. Og kanska fara fyrispurningar tykkara til landsstýrisfólkini at fáa tey at hugsa um tykkara hugskot í sínum dagliga arbeiði.
Tit kunnu hesar dagarnar vera við til at kveikja áhugan hjá øðrum ungum at luttaka til næsta Ungdómsting, soleiðis at hesi eisini fáa eyguni upp fyri, at tað kann lata seg gera at taka lut í og at fáa ávirkan á føroyskan politikk. So, deilið gjarna royndir tykkara og myndir frá Ungdómstinginum á tykkara sosialu síðum, og tosi um tað, við floksfelagar og vinir tykkara. Hvør veit, kanska ein framtíðar politikari fer at spíra í nøkrum tykkara. Tað vóni eg.
Sum løgtingsforkvinna fegnist eg um, at tit hava gjørt eitt so stórt arbeiði, og at tit vilja brúka tíð tykkara til hetta.
Í dag og í morgin fáa tit so høvi til at royna tað politiska arbeiðið í verki:
- tit skulu hava orðaskifti í tingsalinum um uppskotini,
- tit skulu arbeiða í nevndum við uppskotunum og
- tit skulu atkvøða um uppskotini.
Eisini fáa tit høvi til at seta landsstýrisfólkunum munnligar fyrispurningar júst á sama hátt, sum løgtingskvinnur og løgtingsmenn gera.
Uppgávan hjá mær verður at stýra fundunum, og onkur av næstforfólkunum, fara eisini av avloysa eina løtu í morgin.
Øll starvsfólkini í Løgtinginum hava í dag og í morgin eina álvarsama uppgávu. Hon er at hjálpa tykkum í politiska starvi tykkara í tinginum og í nevndunum – tit mugu endiliga ikki smæðast við at biðja tey hjálpa tykkum. Haldi tykkum ikki aftur – minnist til at spyrja tey, ella meg, um alt, tit hava hug til.
Og takið orðið her á tingsins røðarapalli. Tað er nú, tit hava møguleikan, og tað er einki flovisligt, sjálvt um tað kann kennast trupult, at gera tað. Einaferð var eisini fyrstu ferð, at eg stóð á tingsins røðarapalli, og tað var við bivandi hjarta og sveitta í lógvunum – soleiðis er tað helst hjá fleiri tykkara, og tað er júst, sum tað skal vera.
Góða eydnu við tingarbeiðinum. Eg vóni, at tit fáa tveir læruríkar og stuttligar dagar, har tit finna nýggjar vinir, og har tit aftaná fara at siga - at hetta var nú slett ikki so galið – ja, rættiliga spennandi og gevandi, at umboða fólkaræðið og vera ungdómstingkvinna ella ungdómstingmaður í tveir dagar.
Bestu eydnu og hjartaliga vælkomin!
á Løgtingi,
2. februar 2026
Bjørt Samuelsen,
Løgtingsforkvinna