Setanarrøða til Ungdómstingið, Løgtingið, 5.og 6. februar 2024

05.02.2024
Tingfundurin er settur! Soleiðis byrjar ein vanligur tingfundur, og soleiðis byrja vit í dag, nú tit ungdómstinglimir í tveir dagar fara at manna Løgtingið og seta skránna við málum og evnum, sum tit halda eru týdningarmikil at varpa ljós á.

Eg fari at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum – tykkum ungu, sum eru næmingar í fólkaskúlanum, og lærarum tykkara.

Hetta er níggjunda ferðin, at ungdómsting verður hildið her síðani 2005, tá Formansskapurin í Løgtinginum gjørdi av, at farast skuldi undir at skipa fyri ungdómstingi, sum fleiri av grannalondum okkara eisini hava. Hetta er ein góður máti at fáa ungdóm at taka lut í samfelagskjakinum og í fólkaræðinum.

Tey fólkavaldu lata hesar dagarnar teirra tingsess til tykkara. Nú fáa tit høvi at royna, hvussu tað er at reka politikk í hjartanum av fólkaræðinum í Føroyum. Tit hava tikið sess í Løgtinginum, sum er elsta parlament í Evropa.

Vit hava fólkaræði her í landinum, ella demokrati, sum vit kenna væl frá okkara parti av heiminum. Hetta gleðast vit um, hóast vit kanska mangan taka tað sum eina sjálvfylgju. Vit eiga tó at minnast til, at hetta er ikki komið av sær sjálvum, men tí at fólk í øldir hava stríðst fyri tí.

Hóast ting okkara hevur eini 1000 ár á baki, so finna vit í søgu okkara eisini eitt langt tíðarskeið, har einki løgting var, tí tað varð avtikið, og Føroyar skipaðar sum danskt amt. Føroyingar høvdu tá ongan møguleika at velja fólk á løgting fyri at gera lógir til land okkara.

Í 1852 varð Løgtingið tíbetur endurstovnað, men nú sum eitt ting, ið bert ráðgav donsku yvirvøldini. Aftaná seinna heimsbardaga, tá ein lítil meiriluti av føroyingum høvdu atkvøtt fyri loysing, varð Løgtingið sent til hús, og í staðin fyri at gerast eitt sjálvstøðugt land, fingu Føroyar Heimastýrislógina, sum vit virka undir enn í dag. Vit hava yvir nógv ár stigvíst yvirtikið málsøki, sum merkir at taka við ábyrgdini fyri og at smíða lógir, sum vit í dag gera fyri flestu øki í landi okkara.

Góðu tit, vónandi fáa tit eftir hesar dagarnar hug at kunna tykkum betur um søguna hjá Løgtinginum, lóggávuvaldi okkara. Og tað fer at standa tykkum greitt, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er at verja rætt okkara til egna rødd og til sjálv at kunnu innrætta samfelag okkara.

Løgtingið sjálvt er hornasteinurin í okkara fólkaræði, sum er nakað av tí dýrabarasta, vit eiga. Fólkaræði er ikki nakað, sum er givið eina ferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær sjálvum. Sannleikin er, at vit hoyra til tey einans á leið 10% av heimsins londum, sum hava veruligt fólkaræði. Og nógvastaðni í heiminum er fólkaræðið tíverri í afturgongd. Tí er uppgávan hjá tykkum ungu bæði stór og álvarsom. Tað er tykkara og okkara alra uppgáva at hjúkla um og verja fólkaræðið. At verja tað soleiðis, at tykkara børn og barnabørn kunnu liva í einum landi, har føroyingar sjálvir gera av, hvussu land okkara skal skipast, og hvussu vit samstarva við onnur lond.

Hetta er ein av orsøkunum til, at vit hava bjóðað tykkum higar í dag, so at tit so tíðliga sum gjørligt skulu uppliva hetta amboðið hjá fólkaræðinum. Og minnist til, at hvør einstakur tykkara eigur eina rødd í fólkaræðinum - brúkið hana!


Endamál
Endamálið við Ungdómstinginum er at geva tykkum størri innlit í arbeiðið hjá Løgtinginum og at lata tykkum royna hetta í verki, so at tit betur skilja, hvussu mannagongdirnar í einum fólkaræði eru.

Framtíðarvónir
Vit gleðast um, at skúlar tykkara hava tikið av hesi avbjóðingini og hava gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika uppskot at leggja fyri Ungdómstingið og at fyrireika spurningar, sum tit ætla at seta landsstýrisfólkunum.

Hvør veit, kanska fara onkur av fólkavaldu tingfólkunum at søkja sær íblástur í tykkara uppskotum og fara at arbeiða víðari við teimum. Og kanska fara fyrispurningar tykkara til landsstýrisfólkini at fáa tey at hugsa um tykkara hugskot í sínum dagliga arbeiði. – Tit kunnu kanska eisini vera við til at kveikja áhugan hjá øðrum ungum at manna eina ungdómstingsetu eina aðru ferð, soleiðis at hesi eisini fáa eyguni upp fyri, at tað kann lata seg gera at taka lut í og at fáa ávirkan á politikk og viðurskifti í samfelagnum.

Frágreiðing um tingarbeiði
Sum løgtingsforkvinna fegnist eg um, at tit hava gjørt eitt so stórt arbeiði, og at tit vilja brúka tíð tykkara til hetta.

Í dag og í morgin fáa tit so høvi til at royna tað politiska arbeiðið í verki:

- tit skulu hava orðaskifti í tingsalinum um uppskotini,
- tit skulu arbeiða í nevndum við uppskotunum og
- tit skulu atkvøða um uppskotini.

Eisini fáa tit høvi til at seta landsstýrisfólkunum munnligar fyrispurningar júst á sama hátt, sum løgtingslimir gera.

Uppgávan hjá mær verður at stýra fundunum, saman við næstformanninum, Jóhannis Joensen, og næstforkvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Øll starvsfólkini í Løgtinginum hava í dag og í morgin eina álvarsama uppgávu. Hon er at hjálpa tykkum í politiska starvi tykkara í tinginum og í nevndunum – tit mugu endiliga ikki smæðast við at biðja tey hjálpa tykkum.

Vanliga eru vit 33 tingfólk, harav 10 kvinnur og 23 menn. Vit eru sostatt enn langt frá at hava eins nógvar kvinnur sum menn umboðaði í Løgtingum. Men kanska eru tit ein mynd av framtíðini í tinginum. Tit eru 32 ung fólk - 19 kvinnur og 13 menn - sum umboða skúlar kring landið.

Eg vóni, at tit fáa tveir áhugaverdar og stuttligar dagar, har tit finna nýggjar vinir, og har tit í eftirmetingum tykkara kunnu staðfesta, at tað var nú slett ikki so galið – ja, rættiliga spennandi og læruríkt at vera tingfólk.

Slagorð mítt plagdi at vera: Framtíðin er bjørt. Í dag fari eg at siga: Framtíðin er tykkara!

Góða eydnu við tingarbeiðinum og hjartaliga vælkomin!

Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna