Seks uppskot samtykt á Ungdómstinginum

04.02.2026
Á hesum Ungdómstinginum hevur Ungdómstingið, ella ein meiriluti á Ungdómstinginum, tikið undir við, at landsstýrið ger eina avsláttarskipan fyri tey, sum koyra ígjøgnum fleiri undirsjóvartunnlar innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; at tað eigur at verða avmarkað, hvør ið kann selja tubakksvørur; at kvinnur eiga at fáa betri atgongd til bíligari ella ókeypis menstruatiónsvørur; at Løgtingið eigur at seta fleiri pengar av árliga til Suðuroyartunnilin; og at játtanin til SSP-samstarvið eigur at verða hækkað.
Ein stórur meiriluti er harumframt samdur um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum setir 14 ára aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum.

Samstundis hevur ein meiriluti atkvøtt ímóti at broyta lógina, so at 17 ára gomul kunnu fáa koyrikort, og ímóti at valaldurin til kommunuval verður lækkaður úr 18 niður í 16 ár. Eisini heldur eitt samt Ungdómsting ikki, at hámarkið fyri pensjónsaldur skal setast við 68 ár, men at 70 ár eigur at vera markið.

Ungdómstingfólkini settu harumframt 12 munnligar fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk, sum allir vórðu svaraðir.
Spurt varð um bygdaleiðir; undirvísingar- og læraratíð til næmingar; stovnan av landsfelagi fyri næmingaráðini í fólkaskúlanum; prutl, Barnaverndarstovnar; ung undir 18 ár, sum selja tubbaksvørur; leiklutin hjá Føroyum viðvíkjandi støðuni í Grønlandi; sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum; ognarskatt; próvtalsstigan í føroyska fólkaskúlanum; um óneyðugt matoyðsl; og lestrarstuðul til øll lesandi á miðnámi.

Í endarøðuni takkaði løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, fyri góðan fundarsið og eldhuga, eins og hon vísti á, at fleiri av málunum, ið vórðu tikin fram, kunnu væntast koma aftur á tingborðið.

Løgtingsforkvinnan vísti eisini á, at ungdómspolitikkararnir hava livað til fulnar upp til tær mannagongdir, ið galdandi eru í løgtingsarbeiðinum. - Eingin ivi man vera um, at fleiri tykkara fara at síggjast aftur í tí politiska lívinum og at teljast millum komandi tingfólk á tingi. Tit hava evnini og dirvið.

Løgtingsforkvinnan tók eisini afturíaftur nøkur av orðunum, sum hon segði í setanarrøðuni.
- Hvør einstakur tykkara, eigur uppgávuna at verja fólkaræði okkara, fyri nútíðina og fyri eftirkomarar okkara. Eg vóni, at tit á hesum Ungdómstingi - umframt vinaløg og innlit í politiska arbeiðið - eisini hava fingið við tykkum eina vissu um, at tín rødd kann gera mun. At tað er umráðandi at nýta sína rødd - tína rødd - til at ávirka samfelagið, so vit kunnu varðveita tað góða samfelagið og gera samfelag okkara enn betri, fyri øll tey, sum búgva her, uttan mun til hvar tey búgva og hvørji tey eru.

Tríggir tingfundir hava verið hesar báðar dagarnar, sum Ungdómstingið hevur verið.
Framløgd vórðu níggju uppskot. Trý mál vórðu beind í Mentanarnevndina, trý mál í Trivnaðarnevndina og trý mál í Rættarnevndina.

Tá uppskotini komu aftur úr nevnd vórðu seks uppskot samtykt og trý uppskot fullu. Einki uppskot datt burtur.