Munnligir spurningar til løgmann og landsstýrisfólk
Kl.13.00 í dag fáa løgmaður og landsstýrisfólk spurningar útflýggjaðar frá ungdómspolitikkarunum, sum tey síðan fara at svara kl.13.30.
Tað, sum eyðkennir tingmál frágreiðingar, skrivligar, munnligar ella ófráboðaðar fyrispurningar, er, at Løgtingið onga niðurstøðu ger. Málið verður umrøtt á tingi, og so er liðugt, eingin atkvøðugreiðsla og eingin nevndarviðgerð.
Við hesum viðgerðarháttum kann løgtingsfólk fáa allar tær upplýsingar, hann hevur fyri neyðini, frá løgmanni, landsstýrisfólki ella ríkisumboðsmanninum, og út frá hesum gera sær sínar politisku niðurstøður um, hvat ið hann ætlar.