Kunningarfundur áðrenn tingfundurin byrjar

05.02.2024
Tað fyrsta, ið var á skrá hjá ungdómstinglimunum í morgun, var ein kunning frá Halli Markná og Duritu Poulsen, starvsfólkum í Løgtinginum. Tey kunnaðu um, hvussu ungdómstinglimirnir skuldu bera seg at við at fáa orðið, hvussu ein ger viðmerkingar og ymiskt annað. So er klárt at fara í tingsalin og byrja tingfundin.