Hava báðar luttikið á Ungdómstingi áður
Á áhoyraraplássinum í tingsalinum í dag hava tvær systrar sitið lið við lið og fylt við orðaskiftinum.
Onnur av teimum, Hervør Pálsdóttir, er vanligt tingkvinna fyri Tjóðveldi, meðan hin er Eir Pálsdóttir, sum í samband við Ungdómstingið er við sum lærari. Eir er lærari á Sandoyar Meginskúla, haðani fýra næmingar luttaka.
Fyri ávikavist 14 og 10 árum síðan vóru tær báðar eisini í tingsalinum – tá sum ungdómspolitikarar í Ungdómstinginum.
Báðar minnast væl aftur á teir dagarnar, tær luttóku, sum eina sera góða og læruríka uppliving. Hóast nakað av fjáltri átti luttøkan sín stóra part í, at Hervør seinni gjørdist virkin í ungdómspolitikki og síðan eisini varð vald á ting.
Á sama hátt sigur Eir Pálsdóttir, at hennara luttøka í Ungdómstinginum ger sítt til, at hon, nú sum lærari, kann lata sínar næmingar væl í, til eitt nú at fyrireika lógaruppskot og munnligar fyrispurningar.
- Tað setti sjálvsagt eisini sín dám á Ungdómstingið í 2012, at samstundis, sum vit stóðu á tingsins røðarapalli, vóru verkfalsraktir námsfrøðingar uttanfyri á Tinghúsvøllinum. Tey hoyrdust. Men, tað er eisini ein partur av fólkaræðinum, so vit fingu okkum roynd, sigur Hervør Pálsdóttir.
Eir Pálsdóttir legði sjálv uppskot fram, eins og hon setti einum landsstýrismanni ein fyrispurning. Og júst hetta, at traðka fram og at fara út um tað vanliga, er nakað, sum Eir hevur lagt dent á í fyrireikingini við sínar næmingar til Ungdómstingið í ár.
- Av royndum veit eg, at tað er nokkso krevjandi at skula stilla seg á tingsins røðarapall og hava orðið. Samstundis veit eg eisini, at tað er ómetaliga gevandi og uppá allar mátar læruríkt. Og eg gleðist um, at eisini mínir næmingar hava havt hendan møguleikan, hesar báðar dagarnar.