Frá starvsvenjing til ungdómstinglim

08.02.2022
Bjarni Rein, sum gongur í 9.b í Eysturskúlanum, hevur seinastu dagarnar verið partur av Ungdómstinginum. Bjarni er ikki heilt fremmandur í Løgtinginum, tí á heysti í 2021 valdi Bjarni at koma í starvsvenjing í Løgtinginum. Orsøkin til, at hann valdi júst Løgtingið var tann, at hann helt tað vera eitt spennandi arbeiðspláss, og at hann fegin vildi læra meira um Løgtingið og tess virksemi, tí hann visti ikki so nógv um tað frammanundan. Tí helt hann tað vera stuttligt at fáa møguleikan at sleppa á Ungdómsting og royna seg sum tingmann og at røkja tær uppgávur, sum har til hoyra. Bjarni heldur, at tað hevur verið ein uppliving at vera partur av Ungdómstinginum, og serliga hevur tað verið stuttligt at sleppa at kjakast og siga sína hugsan um ymisk evni. Tað, at Bjarni hevur verið í starvsvenjing í Løgtinginum, hevur havt sína ávirkan á, at hann valdi at koma aftur sum ungdómstinglimur, og hann hevur eisini kunnað brúkt ta vitan, sum hann hevur fingið í samband við starvsvenjingina.