Breddin: "Børn og foreldur eru ov bundin av telefon og sosialum miðlum" - eitt av samtyktu málunum á ungdómstingi 2026
Í Breddanum í dag, 5. februar, varð sjóneykan sett á eitt mál, ið var frammi til ungdómstingið: at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum setir 14 ára aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum.
Úr ungdómstinginum luttóku Bára Biritudóttir Biskopstø, Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossadal, Eva Sofía Rein og Jenny Laura Foghill.
Umframt tær fýra, luttók eisini Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari og dagligur leiðari í Barnabata.
Hoyr Breddan á leinkinum niðanfyri:
Børn og foreldur eru ov bundin av telefon og sosialum miðlum | Kringvarp Føroya
Tað var Annika Bolton Mortensen, journalistur hjá Kringvarpi Føroya, ið legði Breddan til rættis.