Sambært § 6 í stýrisskipanarlógini verða løgtingsmenn valdir fyri 4 ár í senn. Tó kunnu løgmaður ella Løgtingið sjálvt, nær ið vera skal, taka avgerð um at skriva út nýval. Løgmaður kann koma við einari fráboðan um, at hann skrivar út nýval, meðan Løgtingið kann taka avgerð um hetta við einum uppskoti til samtyktar sambært § 48 í Tingskipanini. Gamla tingið hevur fullar heimildir, til nývalda tingið er sett. Tað áliggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.

Løgtingið verður sett ólavsøkudag, kl. 13, tá tingárið byrjar og heldur fram til ólavsøku árið eftir. Løgtingsárið 2020 gongur sostatt frá ólavsøku 2020 fram til ólavsøku 2021. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har skrúðgonga verður hildin, og síðan aftur í tingið. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu. Nógv virksemið er í tinginum frá oktober til jóla, tá fíggjarlógin við fylgilógum skal vera samtykt umframt tey lógaruppskot, sum skulu hava virknað frá 1. januar. Somuleiðis er nógv virksemið í tinginum í mars og apríl mánaði, áðrenn tingið fer heim seinast í apríl ella fyrst í mai.

Tá nývalda løgtingið hevur góðkent valbrøvini, verða løgtingsformaður og næstformenn valdir. Tingið velur fyrst løgtingsformannin uttan umrøðu ella nevndarviðgerð. Tá hesin er valdur, tekur hann við beinanveg og hevur fullar heimildir at skipa tingarbeiði. Síðan tilnevna flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, uttan flokkurin, sum løgtingsformaðurin er úr, eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. Næstformann. Stendur á jøvnum í tingmannatali millum flokkarnar, ræður lutakast. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið, uttan so at teir sjálvbodnir leggja frá sær, ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum, tvs. minst 27 tingmenn, skrivliga krevja nýval av formansskapi.

Tá løgmaður skrivar út val, uttan at hava boðað frá, at hann leggur frá sær, kann hann halda fram sum løgmaður eftir eitt komandi val, um hann ikki hevur ein meiriluta av tinginum í móti sær. Hann kann tá velja at halda fram við sama landsstýri, ella at skipa hetta av nýggjum, t.d. saman við øðrum flokkum enn teimum, sum sótu frammanundan. Um løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella tingið hevur samtykt misálit á løgmann, starvar løgmaður og landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í slíkum førum kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Tá løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs at siga, hvønn teirra flokkur mælir til skal fáa litið upp í hendur at skipa nýtt landsstýri. Løgtingsformaðurin gevur síðani hesa heimild til tann, sum hevur fingið bestu undirtøkuna og harvið besta møguleikan at skipa landsstýri. Innan 10 yrkadagar eftir, at løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella innan 10 yrkadagar eftir fyrsta løgtingsfund aftaná valið, skal løgtingsformaðurin leggja uppskot um løgmansevnið fyri løgtingið til atkvøðugreiðslu.

Sambært § 2 í stýrisskipanarlógini kunnu tað vera upp til 33 tingmenn. At tað júst eru 33 og ikki færri, er nærri ásett í løgtingsvallógini. Løgtingið kann sostatt samtykkja at broyta løgtingsvallógina, soleiðis at tað skulu vera t.d. 32 tingmenn, men kann ikki broyta hetta talið, so tað verður hægri enn 33. Til tess krevst fyrst ein broyting í stýrisskipanarlógini.