Ungdómstingsetan 2022 er komin at enda

09.02.2022
Ungdómstingið 2022 er av á hesum sinni. 32 næmingar úr 8 ymiskum skúlum kring landið hava luttikið og lagt fram 13 uppskot. 4 mál vórðu beind í Mentanarnevndina, 4 mál vórðu beind í Trivnaðarnevndina, og 5 mál vórðu beind í Rættarnevndina. Tá uppskotini komu aftur úr nevnd, vórðu 8 uppskot samtykt, og 5 uppskot fullu. Einki uppskot datt burtur. Undir orðaskiftinum, sum vardi 4 tímar, tóku ungdómstinglimirnir orðið ella gjørdu viðmerkingar 221 ferðir. Harumframt vórðu 20 ófráboðaðir fyrispurningar settir løgmanni og landsstýrismonnum, sum allir vórðu svaraðir.
Í síðstu røðu sínari takkaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ungdómstinglimunum og lærarum teirra fyri hesa áhugaverdu tingsetuna og fyri áhugan fyri tí fólkaræðisliga arbeiðinum á tingi. Hann helt fyri, at tey høvdu til fulnar livað upp til tær mannagongdir, ið galdandi eru í løgtingsarbeiðinum, og at eingin ivi man vera um, at fleiri teirra fara at síggjast aftur í tí politiska lívinum og at teljast millum komandi tingfólk.