Nýggj heimasíða til Ungdómsting 2022

04.02.2022
Nú ungdómstingið verður mánadagin og týsdagin, 7. og 8. februar, er nýggj heimasíða gjørd, har til ber at fylgja við hesum. Sí heimasíðuna her.

Til ber at fylgja við viðgerðunum, at síggja málini, sum ungdómstingið fer at viðgera, og at síggja luttakararnar, og hvørjar tingnevndir, hesir fara at manna. Á hendan hátt ber til hjá øllum at fylgja við arbeiðinum hjá ungdómspolitikarunum hesar báðar dagarnar.

Ungdómstingssíðan er ein spegling av vanligu heimasíðuni hjá tinginum, ið virkar á sama hátt, men sum natúrliga er avmarkað til virksemið hjá ungdómstinginum. Tingfundirnar verða eisini sendir í sjónvarpinum hjá KVF og á FM-tingvarpinum, eins og vanligir tingfundir.

Løgtingið fegnast um stóru undirtøkuna til ungdómstingið, og ynskir ungu politikarunum góða eydnu við arbeiðinum hesar báðar dagarnar.