Á ungdómstingi fyri aðru ferð

06.02.2024
Luna Klein Joensen og Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal, sum ganga í 10. flokki í samstarvinum millum Runavíkar og Tofta skúla, hava seinastu dagarnar verið partur av Ungdómstinginum. Tær hava lagt fram eitt lógaruppskot um at herða revsingina fyri neyðtøku, sum eisini er viðgjørt á fundi í Rættarnevndini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Luna og Naomi eru á Ungdómstingi, tí í 2022 vóru tær eisini limir í Ungdómstinginum. Tá høvdu tær eitt uppskot um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði. Uppskotið bleiv samtykt.
Spurdar um, hví tær hava valt at koma aftur í Ungdómstingið, svara tær, at tær lærdu ordiliga nógv til seinastu ungdómstingsetu – serliga tí at tær ikki vistu so nógv um tingarbeiði. Tá tær so fingu í boði at sleppa aftur í Ungdómstingið, vóru tær ikki í iva, tí tær vistu, at tað er ordiliga spennandi og læruríkt. Tær halda tað vera stuttligt at vera við aftur og brúka royndirnar, sum tær hava frá seinastu ungdómstingsetu.
Naomi og Luna eru glaðar fyri viðmerkingarnar, sum teirra uppskot hevur fingið, og vóna, at tað verður samtykt til aðru viðgerð í dag.