Tá tú atkvøður til løgtingsval, ert tú við at gera av, hvørjir 33 persónar skulu sita í Løgtinginum næstu fýra árini. Allir føroyskir ríkisborgarar (danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum) yvir 18 ár kunnu gerast løgtingsfólk uttan so , at viðkomandi er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi.
Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm.Stk. 3. Heldur ikki er hann óverdugur, tá ið 5 ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi. Allir løgtingsmenn eru valdir fyri ein flokk.
Tingmannaarbeiði
At vera løgtingsfólk er ikki eitt vanligt starv. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar, og sjálvt um tað til tíðir eru fá fólk í tingsalinum, merkir tað ikki, at tingmenninir ikki arbeiða. Starvið hjá einum tingmanni umfatar millum annað nevndararbeiði, floksarbeiði, kjak í tingsalinum, nevndarferðir, samband við lobbyistar, veljarar og fjølmiðlar.
Ein stórur partur av eini málsviðgerð í Løgtinginum fer fram í nevndunum. Øll tingfólk – uttan løgtingsformaðurin – eru nevndarlimir, og teir mugu tí seta seg inn í fleiri ymisk mál og taka støðu til hesi. Tingfólk mugu lesa nógv skjøl, skriva viðmerkingar og fylgja við í tí, sum hendir á fakøkinum sum heild. Um innkallingar eru í samband við nevndarviðgerð, mugu hesar fyrireikast. Nevndir fara eisini á nevndarferðir fyri at fáa kunning uttanífrá. Fyri hvørt mál, sum nevndin fær til viðgerðar, verður eitt framsøgufólk valt, ið skal lýsa málið í Løgtinginum. Tá ein nevnd er liðug at viðgera eitt tingmál og álit er skrivað, skal málið aftur til viðgerðar í Løgtinginum.
Í samband við nevndararbeiði mugu tingfólk eisini ráðføra seg við egnan flokk.
Flokkarnir hava javnan fundir, har tingmenn úr sama flokki fáa kunnleika til mál í ymiskum nevndum. Málini verða umrødd og áskoðanin hjá flokkinum verður ásett.
Tað eru nógv sum ynskja at kunna og ávirka tingfólk. Summi seta seg í samband við tingfólk í sambandi við viðgerðina av einstøkum málum og onnur hava samband yvir longur tíð. Lobbyistar kunnu vera alt frá privatpersónum til fyritøkur. Tingfólk hava eisini ofta samband við teirra veljarar og fáa eisini nógvar áheitanir umvegis brøv, teldupostar og telefon. Nógvir fyrispurningar, sum verða settir í Løgtinginum, hava uppruna í áheitanum frá veljarum. Harumframt fáa tingfólk javnan áheitanir frá fjølmiðlum. Fjølmiðlar og tingfólk eru sínámillum tengdir at hvør øðrum – fjølmiðlar fyri at fyrireika tíðindi og politikarar fyri at kunna breiða teirra boðskap og fyri at gera vart við seg. Tí kann sambandið við fjølmiðlarnar vera tíðarkrevjandi, annaðhvørt tað snýr seg um luttøku í kjakum í sjónvarpi ella at skriva lesarabrøv í bløðum og tíðindaportalum.